S&K felag - Rokna tína løn

Dato skal vera fyrsti mánadagur í fyrstu viku sum tú vilt skrásetta
Skriva tína tímaløn (td. 103.70)
Vel tína arbeiðisætlan (1 ella 2 vikur).
Vel "ja" um tú ert lærlingur. Minst til at broyta tína tímaløn.

Útgreiðning (allar vikur):

Løn

Fríðtíðarløn

Eftirløn

  Nýggj vika   Byrja umaftur     Prenta     Vegleiðing

Vegleiðing

Um skipanina

Rokniskipanin roknar tína vikuløn og eftirløn út grundað á sáttmálan millum S&K felagið og FAG. Rokniskipanin tekur hædd fyri fastar frí og halgidagar umframt fyri forskotna arbeiðistíð.

Úrslit av útrokningini sæst ovast í høgra síðu undir yviskriftini “Útgreiðning”. Útrokning er bert vegleiðandi. Metur tú at útrokningin er skeiv, vinaliga boða frá til skfelag@skfelag.fo.

Uppsetan

Innan tú byrjar at tasta inn, kanna eftir at grundupplýsingar eru røtt. Grunduplýsingar kunnu stillast ovast á síðuni.

Vel dato

Vel byrjanardato, tvs. dato fyri fyrsta viku tú vilt skráseta. Vika skal altíð byrja við mánadag.

Tín tímaløn

Inntastaða tímalønin er brúkt sum útgangstøði í útrokningini. Tryggja tær at inntastaða tímalønin er røtt. Tað ber til at broyta tímalønina aftaná tú hevur tasta vikuætlanir inn.

Tín arbeiðisætlan

Tú kanst velja millum 1 viku ella 2 vikur arbeiðisætlan:

  • 1 vika arbeiðisætlan
    arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Allir tímar sum fara yvir 40 tímar um vikuna eru at rokna sum yvirtíð.
  • 2 vikurs arbeiðisætlan
    arbeiðstíðin er max 48 tímar um vikuna, men tó hægst 80 tímar fyri 2 vikur. Allir tímar sum fara yvir 48 tímar um vikuna, ella 80 tímar uppá 2 vikur eru at rokna sum yvirtíð.

Lærlingur

Vel “ja” um tú ert lærlingur og broyt tína tímaløn til lærlingatímaløn. Allar tímar sum fara yvir 40 um vikuna eru at rokna sum yvirtíð hjá einum útlærdum á fyrsta árið.

Tasta inn arbeiðistímarnar

Brúk bara tal tastir (0 til 9) til at tasta inn arbeiðistímarnar og matarsteðgir. Tvs. tú skal ikki brúka komma, punktum ella annað tekn tá tú tastar inn.

Tú kanst flyta til næsta rút við at brúka “TAB” knøttin.

“Steðgur” rúturin skal bert útfylast fyri steðgir, sum arbeiðisgevarin ikki rindar fyri.

Dømi:

Tú byrjaði at arbeiða kl. 8.15 og endaði 17.45 og hevði matarsteðg á samanalagt 50 min sum tú ikki fært løn fyri. Tú skal tæsta inn soleiðis:

  1. Klikk í “komin” rútin fyri fyrsta dagin
  2. Tasta inn 815 (uttan punktum ella koma)
  3. Trýst á “TAB” knøttin
  4. Tasta inn 1745 (uttan punktum ella koma)
  5. Trýst á “TAB” knøttin
  6. Tasta inn 50
  7. Trýst á “TAB” knøttin
  8. Nú kanst tú byrja umaftur frá stig 2 at tasta upplýsingar fyri næsta dagin

Soleiðis heldur tú áfram til allir dagarnir í vikuætlanini eru útfyll. Um tú hevur haft ein frídag, set einki í feltini fyri tann dagin.

Aðrar funkur

Rokniskipanin byrjar við 1 ella 2 vikum. Um tú hevur brúk fyri at tasta upplýsingar fyri fleiri vikur, brúka “Nýggj vika” knøttin sum finst niðast á síðuni til at knýta fleiri vikur uppí.

Klikja á “byrja umaftur” knøttin til nullstilla rokniskipan. Allar upplýsingar sum tú hevur tasta inn vera strikaðar.

Trýst “CTRL + P” á tastaturinum ella á “prenta” knøttin til at prenta útfylta skjalið út.

  Lat aftur